Orkis søkir ein lærling at byrja skjótast gjørligt
- Men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi!
Sum lærlingur hjá Orkis hevur tú møguleika at fáa holla vitan innan øll okkara arbeiðsøki og eina spennandi lærutíð við fjølbroyttum uppgávum.
Orkis fevnir um alt frá kundahjálp í handli, vegleiðing til passing av plantum, til størri verkætlanir, har vit seta alt upp fyri kundan. Framleiðsla av blómutyssum, gávukurvum o.ø. Ein blómuhandil er ein vinna, sum skal vera har, tá kundin brádliga hevur brúk fyri okkum, og kann tað tí stundum koma fyri, at vit vera noydd at arbeiða yvir, til uppgávan er leverað; tá er týdningarmikið, at tú tolir at arbeiða væl undir trýsti.
Starvsfólkini hjá okkum hava holla vitan innan avskornar blómur, innandura plantur, farvulæru, dekoratión, útstilling og mangt annað.
Lærutíðin
Lærutíðin er 2 ár við HH-prógvi og 3 ár við FHS-prógvi. Eftir lokna læru ert tú útbúgvin blómuprýðari/blomsterdekoratør, sum er ein handilsútbúgving, við sergrein innan blómur. Skúlagongdin er í 2 vikur hvørja ferð, 7 ferðir tilsamans. Áttandu ferð er endaliga próvtøkan, sum er í uml 3 dagar. Skúlagongd og próvtøka eru í Danmark.
Tín vangamynd
Tú hevur helst eina miðnámsútbúgving (t.d. HH, FHS, student), og stóran áhuga fyri handverki & ert kreativ/ur. Tú ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.
Vit vænta av tær, at tú
- ert álítandi,
- ert raskur/røsk at arbeiða,
- hevur møguleika at arbeiða skiftandi dagar,
- ikki ert bangin fyri nýggjum avbjóðingum,
- og at tær dámar væl at arbeiða og læra nógv nýtt.
Ynskiligt er, at tú hevur koyrikort, men tað er ikki eitt krav.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá S&K.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til: orkis@orkis.fo.
Nærri kunning fæst við at ringja á tlf.: +298 252097 ella skriva ein teldupost á orkis@orkis.fo
Freistin at søkja er 14. septembur, men vit viðgera umsóknirnar so hvørt, sum tær koma inn.