Terms and Conditions

1 Iðranarrættur
2 Privatlív
3 Tænastutreytir
4 Útberingartreytir
    4.1 Vanlig útbering
    4.2 Útbering til jarðarferð
    4.3 Annað
5 Handilstreytir
6 Tænastur frá triðjaparti
7 Farspor

1 Iðranarrættur

Vøra kann innan 14 dagar latast aftur til Orkis í sama líki, sum hon var í, tá hon varð keypt. Bara vøra, sum er í upprunainnpakningi, kann latast aftur.

Vørur, sum hava avmarkaða livitíð, so sum blómur, matur o.a., verða ikki tiknar aftur. Er tó okkurt, sum tað ikki eigur, kann tað vera, at tú fært ein part ella alt endurgoldið.

Útsøluvøra ella vøra fyri tilboðsprís kann ikki latast inn aftur.

Vøra annars hevur 1 árs garanti, men ikki um hon er skeivt nýtt, ella um talan er um slitdeilir. Vit gera vart við, at kvittan krevst til alla umbýting.

 

2 Privatlív

Persónligu upplýsingarnar, sum tú gevur okkum, verða goymdar í trúnaði. Tá tú keypir á heimasíðuni, brúka vit bara upplýsingarnar til at senda tær vøruna og upplýsingar um hana.

Eingin annar fær atgongd til tínar persónligu upplýsingar, s.s. teldupostbústað tín.

Vit brúka tænastur frá Shopify, sum hevur um hendi trygga varðveitslu av tínum dátum.

Tað ber til hjá tær seta teg í samband við okkum á orkis@orkis.fo, um tú ynskir at fáa fatur á upplýsingum, vit hava um teg, ella um tú ynskir, at vit strika tær.

 

3 Tænastutreytir

Prísirnir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi. Gjaldoyrað er DKK. Tað ber til at rinda við Visa/Dankort og Mastercard. Tú skrivar inn kortnummarið og lokadag umframt trygdarkoduna (CSC), sum er trý tey síðstu tølini á baksíðuni á kortinum. Tað er ókeypis hjá tær at rinda við gjaldkorti, tí vit gjalda øll avgjøld, sum eru knýtt at avgreiðslu av gjaldkortgjaldingum. Tá tú trýstir á "Gjald," játtar tú, at vit kunnu taka upphæddina av tínum korti, men peningurin verður ikki tikin av kortinum fyrr enn vøran verður send úr Orkis ella er heintað.

Upphæddir oman fyri 225 kr. krevja, at 3D Secure verður brúkt (føroysk kort kunnu tó keypa fyri upp til 650, uttan at 3D Secure verður brúkt). Tú kanst seta teg í samband við tín peningastovn fyri at fáa hetta í lag. 3D Secure virkar soleiðis, at tá tú hevur skrivað títt kortnummar inn og trýstir á gjald, so fært tú eini sms-boð sendandi við eini kodu, sum tú skalt skriva inn. Hetta verjir gjaldkort títt móti misnýtslu á netinum.

Tá tú fullfíggjar eina bílegging, merkir tað ikki, at tú hevur gjørt eina løgfrøðiliga bindandi avtalu við okkum. Vit hava tí møguleika at strika tína bílegging orsakað av útseldum vørum, prísvillu, tøkniligum trupulleikum, útberingartrupulleikum o.ø.
Tá vit hava sent vøruna, fært tú eina bindandi bíleggingarváttan ella kvittan sendandi.

Vit kunnu ikki lova, at tær vørur, sum eru á heimasíðuni, eru á goymslu. Vit royna sjálvandi altíð at senda ta vøruna, sum tú bíleggur. Fyrivarni skal tó takast fyri, at keypta vøran kann vera øðrvísi enn tann á myndini, t.d. orsakað av útseldum vørum ella at summar blómur bara fáast summar ársstíðir. Myndirnar á síðuni eru bara vegleiðandi.

Á heimasíðuni nýta vit SSL-trygdarprógv ella SSL/TLS-bronglan, soleiðis at tínar upplýsingar eru trygga, og at dáta, sum ferðast millum tína teldu og ambætarar, er bronglað. Sostatt ber tað ikki til hjá Blómuhandlinum Orkis ella øðrum at fáa fatur á tínum kortupplýsingum. Vit brúka QuickPay ApS til gjaldloysn og Clearhaus A/S sum útloysara.

 

4 Útberingartreytir

Vit bera bara vøru út í Føroyum. Posta ber út fyri okkum. Tað kostar 76 krónur at fáa vøruna borna út (upp til 30 kg). Um tú keypir ymisk ting, sum ikki kunnu sendast saman (t.d. tveir plantaðir uttandura pottar), rindar tú fyri hvørja sending. Tað kann vera at heimasíðan ikki dugir at rokna hetta út; tá seta vit okkum í samband við teg at avtala nærri.

Vit stremba altíð eftir, at vøran verður borin út tann dag, tú ynskir hana borna út. Fyrivarni skal takast fyri, at umstøður, sum Orkis ikki hevur tamarhald á, kunnu vera við til, at vøran ikki verður borin út rætta dagin, t.d. at móttakari ikki er heima, at veðrið ikki loyvir útbering, ella at Posta av onkrari orsøk ikki ber út ásetta dagin. Vit royna sjálvandi at fáa slíkt í rætt lag sum skjótast. Fyrivarni skal eisini takast fyri, at tú mást bíleggja í góðari tíð.

4.1 Vanlig útbering

Vit kunnu í fyrsta lagi bera vøruna út ymsar tíðir, alt eftir hvar vøran skal berast.
(Til jarðarferð: sí serligar treytir niðast.)

Øki 1
Bygdirnar kring Skálafjørðin, Morskranes, Kolbeinagjógv, Selatrað, Rituvík, Æðuvík, Lamba, Oyndarfjørður, Hellurnar, Fuglafjørður, Leirvík, Gøta, Klaksvík & Tórshavn. 

Um tú bíleggur áðrenn kl. 12 yrkadagar, kann vøran verða borin út sama dag. Um tú bíleggur aftaná kl. 12, kann vøran í fyrsta lagi verða borin út næsta yrkadag.

Øki 2
Allar bygdir og býir í Føroyum, sum ikki eru í øki 1.

Um tú bíleggur áðrenn kl. 12 yrkadagar, kann vøran í fyrsta lagi verða borin út næsta yrkadag. Um tú bíleggur aftaná kl. 12 yrkadagar, kann vøran í fyrsta lagi verða borin út tveir yrkadagar frá bíleggingardegnum.

Útbering ávís tíðarskeið á degnum kunnu ikki lovast. Vit gera tó, hvat vit kunnu, fyri at uppfylla títt ynski (skriva hetta í viðmerkingarteigin í kurvini). Útbering er vanliga millum kl. 16 og 19 mánadag til fríggjadag.

4.2 Bíleggingar til jarðarferð

Bíleggingar upp á kransar og blómutyssi til jarðarferð skulu altíð bíleggjast dagin fyri. Um jarðarferðin er mánadag, skulu kransar bíleggjast fríggjadag ella tíðliga leygarmorgun. Børuprýði skal bíleggjast í seinasta lagi dagin fyri ynsktu levering. 

Kransar o.a. til jarðarferðir verður koyrt út ókeypis og sett vakurt upp í Eysturoynni & Klaksvík. Vit levera kring alt landið, men taka kostnaðin hjá Posta fyri útkoyring, um jarðarferðin er aðrastaðni enn í Eysturoy og Klaksvík. Tó so, um tað eru nógvir kransar til somu jarðarferð, er koyringin ókeypis.

4.3 Annað

Um illveður ella kavastormur er, ella um tað ikki er koyrandi, ella um aðrar "force majeure"-støður eru, kunnu tað verða broytingar í útbering. Tín bílegging verður tá borin út so skjótt til ber, um tú ikki avtalar nakað annað við okkum.

 

5 Handilstreytir

Blómuhandilin Orkis eigur tær flestu myndirnar á heimasíðuni, og kunnu tær ikki verða brúktar ella broyttar uttan við skrivligum loyvi frá Orkis. Tú kanst ikki selja tær uttan við skrivligum loyvi frá Orkis.

Vit loyva okkum at broyta prís á vøru og aðrar upplýsingar á heimasíðuni uttan fyrivarni. 

Inntil vøran er fult goldin, er hon ogn hjá Blómuhandlinum Orkis.

Eru aðrir spurningar, kann teldupostur sendast til okkum á orkis@orkis.fo.

 

6 Tænastur frá triðjaparti

Orsakað av EU-reglum er krav, at ein heimasíða fær samtykki frá brúkaranum at leggja farspor á telduna. Til hetta verður ein tænasta frá Beeclever brúkt. Tænastan goymir bara upplýsingar, sum tú gevur tænastuni, á tíni egnu teldu, so eingin hevur atongd til at síggja, hvat fyri stillingar tú hevur valt. Tænastan forðar at farspor, sum ikki eru neyðug fyri, at heimasíðan virkar, sum hon skal, verða løgd á telduna, uttan so at tú loyvir hesum. Sostatt goymir tænastan ongar persónligar upplýsingar um teg, og tær upplýsingar, sum hon goymir (t.d. at tú hevur góðtikið ella ikki góðtikið onnur farspor), verða verandi á tíni teldu. Tú kanst lesa meir um GDPR Legal Cookie her og meir um, hvørji farspor tú hevur loyvt, her.

Til at gera tað lættari hjá brúkarum at velja útberingardag, brúkar síðan tænastuna Delivery Date Pro, sum ongar persónligar upplýsingar goymir um brúkaran. Tað einasta, sum tænastan goymir, er bíleggingarnummarið og valda tíð og dagfesting. Tænastan leggur eingi farspor á netkagan hjá brúkaranum, tá hann er á orkis.fo. Tú kanst lesa meir privatlívspolitikkin hjá henni her.

Fyri at kunna hava síðuna á føroyskum og enskum, verður ein tænasta frá Sherpa Design nýtt. Tú kanst lesa meir um privatlívspolitikkin hjá teimum her.

Til lýsingar á Facebook brúka vit farspor frá Facebook Pixel, sum kunnu senda kundum miðvísar vørur og lýsingar. Hesi farspor geva heimasíðuni upplýsingar um teg.

 

7 Farspor

Heimasíðan brúkar farspor. Tú kanst broyta farsporastillingar og lesa meir um farsporini, og hvat tey verða brúkt til, her.