Um okkum

Orkis er elsti blómuhandil í Føroyum, og kunnu vit við royndunum og okkara faglærdu starvsfólkum veita góða vegleiðing til okkara viðskiftafólk.

Orkis er uppkallað eftir føroysku orkidéini, børkubónda. Á latíni eitur plantuslektin, sum børkubóndi er partur av, orchis.

Søga
Blómuhandilin Orkis lat fyrstu ferð dyrnar upp tann 3. apríl 1983 á Heiðavegi í Runavík. Tað var Sámal Erik Djurhuus, sum lat handiln upp. Seinni kom makin, Annette Sonne, at arbeiða har saman við honum.

Eftir nøkur ár í Runavík, flutti handilin inneftir til Glyvrar á Glyvraveg 17. Tann 1. oktobur í 2013 tóku Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir yvir Orkis. Eftir at hava støðst á Glyvravegi 17b í nógv ár, flutti Blómuhandilin Orkis tann 1. oktobur í 2019 í nýggj høli á Heiðavegi 49 í Saltangará.

Vøruúrval
Vit hava breitt vøruúrval og nógvar vørur av góðari góðsku. Vit ganga høgt upp í haldføri, har vit nýta blómuføði og kuldarúm, soleiðis at tú fært meir gleði av blómunum, sum tú keypir frá okkum.

Vit hugsa nógv umhvørvið og royna at minka um nýtslu av óneyðugum pakkitilfari. Vit eru farin at pakka blómutyssi inn einans í pappír ella endurnýtslupappír.

Árstíðir
Hvørt ár hava vit stóra útstilling um várið, har vit vísa vørur, sum vit leiga út o.a. Vit elska at vegleiða kundum um ymiskar møguleikar til konfirmatiónina, brúdleypið, føðingardagin ella veitsluna.

Um summarið hava vit breitt úrval av uttandura plantum, mold, krukkum, figurum o.ø.

Síðst í novembur plaga vit at lata væl vitjaðu jólastovuna upp, har tú veruliga kemur í jólahýr. Tað er vorðin ein fastur siður hjá nógvum at vitja hugnaligu jólastovuna í Orkis. Í tí sambandi plaga vit onkuntíð at gera tiltøk og bjóða okkurt gott og leskiligt afturvið.

 

 

Blómuhandilin Orkis
Heiðavegur 49
600 Saltangará
Glyvrar
Tlf. 448289

Upp- og afturlatingartíðir
Mánadag-hósdag: 10:00-17:30
Fríggjadag: 10:00-18:00
Leygardag: 10:00-14:00

 


Tú kanst seta teg í samband við okkum niðanfyri.