Shipping policy
Vit bera bara vøru út í Føroyum. Posta ber út fyri okkum. Tað kostar 76 krónur at fáa vøruna borna út (upp til 30 kg). Um tú keypir ymisk ting, sum ikki kunnu sendast saman (t.d. tveir plantaðir uttandura pottar), rindar tú fyri hvørja sending. Tað kann vera at heimasíðan ikki dugir at rokna hetta út; tá seta vit okkum í samband við teg at avtala nærri.
Vit stremba altíð eftir, at vøran verður borin út tann dag, tú ynskir hana borna út. Fyrivarni skal takast fyri, at umstøður, sum Orkis ikki hevur tamarhald á, kunnu vera við til, at vøran ikki verður borin út rætta dagin, t.d. at móttakari ikki er heima, at veðrið ikki loyvir útbering, ella at Posta av onkrari orsøk ikki ber út ásetta dagin. Vit royna sjálvandi at fáa slíkt í rætt lag sum skjótast. Fyrivarni skal eisini takast fyri, at tú mást bíleggja í góðari tíð.
Vanlig útbering
Vit kunnu í fyrsta lagi bera vøruna út ymsar tíðir, alt eftir hvar vøran skal berast.
(Til jarðarferð: sí serligar treytir niðast.)
Øki 1
Bygdirnar kring Skálafjørðin, Morskranes, Kolbeinagjógv, Selatrað, Rituvík, Æðuvík, Lamba, Oyndarfjørður, Hellurnar, Fuglafjørður, Leirvík, Gøta, Klaksvík & Tórshavn.
Um tú bíleggur áðrenn kl. 12 yrkadagar, kann vøran verða borin út sama dag. Um tú bíleggur aftaná kl. 12, kann vøran í fyrsta lagi verða borin út næsta yrkadag.
Øki 2
Allar bygdir og býir í Føroyum, sum ikki eru í øki 1.
Um tú bíleggur áðrenn kl. 12 yrkadagar, kann vøran í fyrsta lagi verða borin út næsta yrkadag. Um tú bíleggur aftaná kl. 12 yrkadagar, kann vøran í fyrsta lagi verða borin út tveir yrkadagar frá bíleggingardegnum.
Útbering ávís tíðarskeið á degnum kunnu ikki lovast. Vit gera tó, hvat vit kunnu, fyri at uppfylla títt ynski (skriva hetta í viðmerkingarteigin í kurvini). Útbering er vanliga millum kl. 16 og 19 mánadag til fríggjadag.
Bíleggingar til jarðarferð
Bíleggingar upp á kransar og blómutyssi til jarðarferð skulu altíð bíleggjast dagin fyri. Um jarðarferðin er mánadag, skulu kransar bíleggjast fríggjadag ella tíðliga leygarmorgun. Børuprýði skal bíleggjast í seinasta lagi dagin fyri ynsktu levering.
Kransar o.a. til jarðarferðir verður koyrt út ókeypis og sett vakurt upp í Eysturoynni & Klaksvík. Vit levera kring alt landið, men taka kostnaðin hjá Posta fyri útkoyring, um jarðarferðin er aðrastaðni enn í Eysturoy og Klaksvík. Tó so, um tað eru nógvir kransar til somu jarðarferð, er koyringin ókeypis.
Annað
Um illveður ella kavastormur er, ella um tað ikki er koyrandi, ella um aðrar "force majeure"-støður eru, kunnu tað verða broytingar í útbering. Tín bílegging verður tá borin út so skjótt til ber, um tú ikki avtalar nakað annað við okkum.